Christianskirkjan skipaði í morgun fyri eini serligari páskaguðstænastu fyri dagstovnunum og dagrøktini í kommununi.
Jólaguðstænastan fyri teimum yngstu børnunum varð í ár ávirkað av verkfallinum hjá Pedagogfelaganum. Tí hevði Hanus á Gøðrum, prestur nú bjóðað øllum dagstovnunum og dagrøktini í kommununi til páskaguðstænastu.
Hóast illfýsið veður, so vóru nógv møtt til páskaguðstænastuna. Skúlakórið framførdi, og setti tað ein heilt serligan dám á hátíðarløtuna.

































