Leygardagin 16. apríl, páskaaftan, skipa børnini í Haraldssunds skúla fyri páskatiltaki í bygdarhúsinum.
Har verður ymiskt páskaklipp, sum børnini hava gjørt, til sølu, og mat- og køkutombola, loppumarknaður og lutaseðlasøla. Eisini verða súpan við breyði, minipitsur, vaflur, te, kaffi og saft til keyps. Tiltakið er frá kl. 10 til kl 15. Minst til reiðan pening.
Øll eru vælkomin til ein hugnaligan dag í Haraldssundi.
Vinarliga
Børnini í Haraldssunds skúla



