Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Patrik hevur sín næsta málturk

Jákup Ósá

Kappingarárið hjá Patrik Johannesen hevur koyrt í bylgjum.

Hyggja vit bara eftior málum, so hevur tað koyrt í trimum tíðarskeiðum hjá Patrik Johannesen. Síðani summarsteðgin hevur Patrik einki mál skorað.

 

Frá 1. umfar til 6. umfar (spældi 5 dystir) skoraði Patrik 0 mál.

Frá 7. til 13. umfar (spældi 7 dystir) skoraði Patrik 8 mál.

Frá 14. til 21. umfar (spældi 6 dystir) skoraði Patrik 0 mál.

 

Patrik hevur lagt upp til 8 mál í ár og hevur sostatt samanlagt 16 málstig í 18 dystum. Fyrsta málið hjá Patrik í KÍ í landskappingini kom móti barndómsfelagnum TB. Mótstøðuliðið leygardagin er TB og og so fæst at síggja, um hansara málturkur hesaferð eisini endar móti barndómsfelagnum.