Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Patrik Johannesen er vandamiklasti leikarin í Effodeildini í ár

Jákup Ósá

B36 álopsleikarin hevur átt seinasta ella næstseinasta á fleiri málum enn nakar annar í Effodeildini.

Patrik er ikki bara vandamiklasti leikarin, sum fer á vøllin undan dystinum í kvøld millum B36 og NSÍ. Hann er eisini vandamiklasti í Effodeildini samanlagt, um vit allýsa vandamiklast sum tann, ið skorar ella leggur upp til mál. 

Patrik Johannesen hevur skorað 11 mál og lagt upp til 7 mál. Harav er einki brotsspark, so talan er um sera sannførandi avrik í hansara 17 dystum. Næstur á listanum er Sølvi Vatnhamar við 15 málum/uppleggum, meðan Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg og Adeshina Lawal liggja á 14 málum/uppleggum.

Flest mál/upplegg samanlagt (topp 5):

1. Patrik Johannesen (B36) 18 mál/upplegg (11 mál og 7 upplegg)

2. Sølvi Vatnhamar (Víkingur) 15 mál/upplegg (8 mál og 7 upplegg)

3. Árni Frederiksberg (NSÍ) 14 mál/upplegg (6 mál og 8 upplegg)

4. Adeshina Lawal (Víkingur) 14 mál/upplegg (11 mál og 3 upplegg)

5. Klæmint A. Olsen (NSÍ) 14 mál/upplegg (13 mál og 1 upplegg)