Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Patrik Johannesen skal skjóta KÍ í toppstríðið

Jákup Ósá

Skulu vit taka venjingardystirnar sum útgangsstøðið, so verður Patrik Johannesen úr KÍ ein av stóru profilunum í føroysku kappingini í ár. Tað er hann, sum í stóran mun hevur staðið fyri málunum hjá KÍ antin við at skora sjálvur ella við at leggja upp.

Kappingarárið í fjør var ikki liðugt spælt, tá KÍ kunngjørdi, at Patrik Johannesen hevði gjørt sáttmála við felagið fyri 2019 og 2020. Patrik spældi við Florø í næstbestu norsku deildini í 2018, men m.a. skaðar gjørdu, at hann hevði tað trupult. Í 2017 spældi hann við B36 og var leikarin í føroysku kappingini, sum fekk flest málstig (mál + upplegg). Patrik er uppvaksin í TB og er sonur fyrrverandi TB leikaran Jón Johannesen. Fyrrverandi liðskiparin á A-landsliðnum, Óli Johannesen, er pápabeiggi hansara.

 

Venur sera nógv

Sera nógv venjing liggur aftanfyri sannførandi avrikini Patrik Johannesen, staðfestir nýggi álopsleikarin hjá KÍ, sum bæði hevur skorað flest mál og lagt upp til flest mál hjá KÍ í venjingardystunum.

– Eg venji sjálvur í Tórshavn hvønn morgun og í Klaksvík venji eg styrkisvenjing áðrenn ella aftaná hvørja venjing. So í ár havi eg vant millum 10 og 12 ferðir um vikuna. Hetta við at venja um morgunin byrjaði eg uppá, tá eg spældi í Noregi í fjør. Og hetta ger góðan mun, tí man følir seg betri fyri, serliga fyrstu tíðina, tá vit byrjaðu aftur. Tá er man væl fyri í mun til leikarar, sum hava havt frí, sigur Patrik Johannesen við Norðlýsið.

 

Ongastaðni betri enn í KÍ

Patrik hevur verið í fleiri feløgum, men tað er í KÍ, at hann følir seg best.

– Eg havi havt tað øgiliga gott í KÍ. Havi følt meg vælkomnan og fingið nógv burturúr venjingunum. Eg havi ongastaðni følt meg so væl sum her. Mær dámar væl venjaran, Mikkjal K. Thomassen. Hansara verumáti og venjaratypa passar øgiliga væl til mín. Allir smálutir eru greiðir, og man veit akkurát, hvat man skal gera, sigur KÍ álopsleikarin.

 

Flest málstig í venjingardystunum

Patrik er tann KÍ leikarin, sum hevur staðið seg best í venjingardystunum. Og hann er eisini leikarin av øllum í Føroyum, sum hevur flest málstig í venjingardystunum í ár. Tí verður tað mest sannlíkt hann, sum skal skjóta KÍ í toppstríðið í ár.

– Eg føli meg væl fyri, eri sloppin undan skaðum og sleppi at gera tað, ið eg havi hug til. Fleiri mál koma av tilvildarligum støðum, har tað ræður um at vera á rætta staðnum. Leikskipanin passar mær øgiliga væl, sigur hann. Vónirnar fyri kappingarárinum eru góðar.

– Vónirnar eru góðar. Vit ætla at vera við har, sum tað er stuttligt at vera. Eg vænti, at topp 5 verður tað sama sum í fjør, men dugi ikki at taka dagar ímillum tey fimm liðini. Tað er púra opið. Tað ræður um at vera best yvir 27 umfør og avrika, tá tað geldur. Persónliga havi eg sett sær sum mál at koma á A-landsliðið aftur og annars gera tað so gott sum til ber í KÍ, sigur Patrik Johannesen at enda við Norðlýsið.

 

Fakta um Patrik Johannesen

Føddur: 07.09.1995

Feløg: TB, FC Suðuroy, AB, B36, Florø og KÍ

Pláss: Álopsleikari

Dystir í bestu deildini: 80

Mál í bestu deildini: 33

Upplegg í bestu deildini: 14

A-landsdystir: 3

Harleyfacadeacryl