Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pattino enn meira spennandi

John William Joensen

Hans Waag, sum er ættaður úr Klaksvík hevur keypt Pattino og hann hevur sett Lydiu Rasmussen, sum leiðara á handlinum.

Lydia Rasmussen sigur okkum, at tey hava gjørt handilin Pattino enn meira spennandi enn hann var frammanundan. Vit tætta samstarvinum við “hjá Demmus” í Havn, er úrvalið í Pattino størri enn tað var frammanundan, og viðskiftafólk kunnu eisini vænta enn fleiri spennandi vørur í útvalinum hjá okkum framyvir.
Umframt skógvar í merkjunum Billi Bi, Vagabond og Bronx, er stórt úrval av smykkum, beltum og taskum fr.a Frees & Co.
Tað er nú nakað síðani at Pattino fekk nýggjan eigara, og Lydia Rasmussen sigur, at tey eru sera væl nøgd við gongdina higartil, í næstum fáa vit eitt nýtt merki í handilin, bevniliga Belsac, ið førir nógvar spennandi leðurvørur, so sum leðurmaðður og leðurtaskur. Vit ætla sjálvandi at Pattino skal vera hin mest spennandi skógvahandilin umhvørvinum.