Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Paul Clapson er farin

Jákup Ósá

Toppskjúttin hjá KÍ í 2006 og 2007 andaðist hóskvøldið.

Toppskjúttin hjá KÍ í 2006 og 2007 andaðist hóskvøldið. 

Paul Clapson andaðist í mikukvøldið, bert 34 ára gamal. Hann hevði ikki pínu, men vaknaði ikki aftur, tá hann var sovnaður. Paul Clapson, sum kom frá USA, var toppskjútti hjá KÍ bæði árini, sum hann spældi við felagnum. Tað var í 2006 og 2007. Kanska mest minniliga málið hjá honum var á Mølini á Eiði í 2006, tá hann skoraði móti EB/Streymi, og tað gjørdi, at HB púra óvæntað vann FM sama ár. 
Paul Clapson spældi 49 dystir fyri KÍ í bestu deildini og skoraði 26 mál.