Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Paul Merson: Arsenal ella City vinnur PL

Jákup Ósá

Premier League (PL): Leygardagin byrjar Premier League og stóri spurningurin er, hvør fer at stríðast um meistaraheitið í ár.

Paul Merson er viðmerkjari hjá Sky Sports og hann sigur, at eftir hansara tykki stendur tað millum Arsenal og Manchester City.

– Keypir Arsenal tveir leikarar afturat – ein miðverju leikara og ein sentrala miðvalla leikara – so trúgvi eg mest uppá Arsenal. Gera teir ikki tað, so trúgvi eg mest uppá Manchester City. Um neyðugt, so hava teir pengarnar til at keypa inn í januar við t.d. einum Falcao. Til topp 4 tippi eg Manchester City, Chelsea, Arsenal og Manchester United. Burnley, Leicester og WBA fluta niður, sigur Paul Merson við Sky Sports.