Formliga fer pávin úr starvi í morgin. Í dag helt hann sína seinastu røðu fyri fólkinum. Fleiri túsund høvdu fingið sær stundir, at hoyra hesa røðuna uttanfyri Pæturskirkjuna í morgun.
Formliga fer pávin úr starvi í morgin. Í dag helt hann sína seinastu røðu fyri fólkinum. Fleiri túsund høvdu fingið sær stundir, at hoyra hesa røðuna uttanfyri Pæturskirkjuna í morgun.
Pávi Benadikt XVI, sum nær um hevur virkað sum pávi í átta ár, hevur havt sína seinastu “almennu” røðu. Hann lýsti tíðina sum pávi. Tað hevur verri enn so altíð verið lætt, staðfestir hann.
– Tað vóru góðir og ljósir dagar við gleði, men tað vóru saktans eisini dagar, ið kundu tykjast tungir, greiddi pávin frá í Vatikaninum í morgun.
Hann tók dømi úr nýggja testamenti, tá ið Jesus svav í bátinum, tá ið illveður var.
– Summar tíðir kundi tykjast at Harrin svav og einki bar til, men altíð var hann í bátinum saman við mær.
85 ára gamli pávin, ið var settur í starv í apríl mánað 2005, gleðist annars um tíðina. Gleðist um at hava verið eitt fyrimyndarligt andlit úteftir.
Nýggjur pávi verður valdur áðrenn páskir.
Kelda: The New York Times




