Pávin tváaði og kysti føturnar á muslimum, hinduum og kristnum flóttafólkum í Rom.
Skírishósdag vitjaði Frans Pávi eina flóttafólkalegu í Rom, har hann framdi tað katólsku, rituellu handlingina við at tváa føturnar á flóttunum. Pávin gjørdi ikki mun á, um talan var um katolikkar, hinduar ella muslimar.
Siðbundna ritualið hjá katolikkum er eftirlíkning av, at Jesus tváaði føturnar á lærisveinunum undir heilagu kvøldmáltíðini, og tað at pávin valdi at gera hetta í einum flóttafólkalegu er ikki av tilvild, tí hugburðurin er nógv vendur ímóti flóttafólkum og muslimum.
Pávin tváaði føturnar á 12 flóttafólkum (líka sum Jesus hevði 12 lærusveinar), men av hesum 12 vóru 4 kvinnur. Hetta er óvanligt, tí siðvenja er, at bara menn kunnu luttaka í hesi handlingini.
Fleiri av flóttunum grótu, tá Pávin tváaði og kysti føturnar sum tekin um virðing og undirgivni.
“Vit eru ymisk mentanarliga og átrúnaðarliga, men vit eru brøður og ynskja at liva í friði,” segði Pávin.




