Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Paz á heimskendum lista hjá Time

Jóhann Lützen

Matstovan Paz er kosin at vera partur av viðurkenda TIME’s World’s Greatest Places

 

https://time.com/collection/worlds-greatest-places/2026/paz/

 

Tað eru redaktørar og altjóða serfrøðingar, sum á hvørjum ári velja út 100 ferðamál, sum tey halda eru, ikki bara verd at vitja, men mugu vitjast. Og í 2026 útgávuni, sum kom út í dag, er Paz nevnt sum eitt av hesum 100 støðunum.

Time heftir seg eitt nú við, at Paz longu hevur fingið tvær Michelin stjørnur, men sigur samstundis, at matstovan staðfestir serstøðuna, sum Føroyar hava sum gastronomiskt ferðamál.

Time varð stovnað í 1923 sum eitt vikuligt tíðarrit. Í dag hava tey fleiri enn 100 milliónir brúkarar tvørtur um sínar miðlapallar.

Paz letur upp aftur tann 31. mars eftir vetrarsteðg.