Verkfallið umfatar leiðarar og deildarleiðarar á dagstovnum og dagrøktini og tað verða kommunurnar, sum gera av um t.d barnagarðar stongja, sigur Jógvan Philbrow formaður í Pedagogfelagnum við Kringvarpið
Semingsuppskotið millum Pedagogfelagið og Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum varð vrakað av báðum pørtum.
Verkfallið umfatar leiðarar og deildarleiðarar á dagstovnum og dagrøktini og tað verða kommunurnar, sum gera av um dagstovnar stongja.
Ósemjan millum Pedagogfelagið og Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum snýr seg í høvuðsheitum um lønarviðurskifti.
Verkfallið er lýst frá týsdegnum 12. desember kl. 07
Norðlýsið hevur viðmerking frá Klaksvíkar kommunu seinni í dag.



