Bjóða verður til almennan fyrilestur um, hvussu lobbyisma og lívfrøði ávirka pelagiska kríggið i Norðuratlantshavinum.
TÍÐINDASKRIV
Almennir fyrilestrar við Óla Samró og Jens Christian Holst
Bjóða verður til almennan fyrilestur um, hvussu lobbyisma og lívfrøði ávirka pelagiska kríggið i Norðuratlantshavinum.
Øll londini vilja hava meir, og øll meta tey seg fáa ov lítið.
Jens Christian Holst er vorðin kendur, tí hann hevur bjóða ICES og etableraðu havfrøðingunum av. Hann hevur arbeitt á “Havforskningsinstituttinum” í Bergen seinastu tjúgu árini, og hevur alment boða frá, at nógv meir av makreli skal fiskast, tí makrelurin oyðir bæði silda- og botnfiskastovnarnir í Norra.
“Fra overfiske til underfiske” er heitið á fyrilestrinum hjá Jens Christian Holst.
Óli Samró, fiskivinnugreinari, greinar spentu støðuna millum strandalondini:
· Kjarnan í stríðnum um sild og makrel
· Verður svartkjaftur tað næsta?
· Samstarvið millum Norra og ES
· Lobbyisma
Óli Samró hevur í meir enn tjúgu ár arbeitt við pelagiska kompleksinum eins og fiskivinnupolitikkinum í ES, og kennir flestu av lobbyistunum, sum arbeiða í krókunum í Brússel.
Á ráðstevnuni “Pelagisk Dag”, sum var í Ålesund mikudagin 21. august, løgdu Jens Christian Holst og Óli Samró greiningarnar fram. Framløgurnar vaktu stóran ans í norsku fiskivinnupressuni.
Tíð: Mánakvøldið 26. august kl 19.00.
Stað: Handils- og studentaskúlin á Kambsdali, samkomuhøllin
Kostnaður: Ókeypis
Tilmelding: Ikki neyðug
Óli Samró




