Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pelagiska vinnan í ES leggur nú stórt trýst á Kommisjónina

John William Joensen

Í gjár var fundur í Bruxell millum ES kommiserin í fiskivinnumálum, Danska Uttanríkisráðharran og Danska Fiskivinnuráðharran. Talan var um ein góðan fund har danska stjórnin gjørdi greitt at hon ikki ynskti eitt handilsbann men hon mælti til nýggjar samráðingar. Men trýsti frá Pelagisku vinnuni í Skotlandi, Írlandi, Danmark og øðrum ES londum masivt sigur ein talsmaður hjá Mariu Damanaki

Danska stjórnin er nú meira sjónlig í stríðnum at finna semju ella í royndunum at forða ES í at seta handilsbann í verk móti Føroyum. Í gjár var fundur í Bruxell millum Mariu Damanaki, Søvndal og Gjærskov. Einki er frætt um hvat spurdist burtur úr tí fundinum.

Men sagt verður at talan var um ein góðan fund har partarnir greiddu frá sínum sjónarmiðum og Maria Damanaki váttaði yvir fyri donsku stjórnini at hon hevði sæð brævið frá føroyska landsstýrinum.

Í dag var Maria Damanaki á fundi við umboðum fyri pelagisku vinnuna i ES og sambært talsmanninum løgdu umboðini hjá pelagisku vinnuni ikki fingrarnar ímillum og gjørdu greitt at teir ynsktu eitt skjótt og munadygt handilsbann sett í verk móti føroysku ovurfiskingini. Umboðini fyri pelagisku vinnuna vístu á at ein stórur meiriluti av limalondunum ynskja at føroyska ránsveiðan verður steðga.