Fyribils er ikki brúk fyri nýggjum starvsfólkum, tí tey flestu frá síðsta ár halda fram, sigur virkisleiðarin.
Fyribils er ikki brúk fyri nýggjum starvsfólkum, tí tey flestu frá síðsta ár halda fram, sigur virkisleiðarin.
Pelagos er uppisjóvarvirkið í Fuglafirði, sum fyri tað mesta arbeiðir makrel. Hetta ger, at virkið liggur stilt í pørtum av árinum, men nú er gongd komið á aftur. Fríðin Ziskason, virkisleiðari, sigur, at flestu starvsfólkini halda fram.
– Pelagos er byrjað so líðandi aftur og eftir at hava ligið stilt í eina tíð hava ymiskir uppstart trupulleikar verið. Fyrsta makrel lastin kom í síðstu viku. Nú er næsta last og kapasiteturin er um at vera har, hann eigur. Tey flestu starvsfólkini frá seinastu vertíð halda fram, og tí verður ikki brúk fyri nógv fleiri fólkum nú vit byrja aftur, sigur Fríðin Ziskason, ið leggur afturat, at nógvar umsóknir eru um at sleppa at arbeiða á Pelagos.
Í gjárkvøldið landaði íslendska skipið Margret umleið 1000 tons av makreli, ið var fiskað í íslendskum sjógvi. Myndin er tikin, meðan Margret landar á Pelagos í Fuglafirði.




