Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pelagos kemur væntandi at hava úr at gera: Tørvar minst 80 fólk

Jóhann Lützen

So nógv verður at gera á virkinum Pelagos í summar at teimum tørvar meira fólk. Lønin er góð, og nokk verður at gera, sigur Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos. Vegna tað økta virksemið byggir virkið út og økir um framleiðsluorkuna, og eisini gera fiskivinnusamráðingarnar við Bretland, at tað verður tørvur á meira arbeiðsorku og at framskunda sesongina í ár.

Virkið Pelagos byrjaði í august 2014. Pelagos er eitt uppisjóvarvirki, ið arbeiðir pelagiskan fisk. Virkið hevur seinastu árini framleitt vaksandi nøgdir av fiski, serliga makreli. Arbeiðið er nógv merkt av at vera sesong-arbeiði, har tey eru eini 30 starvsfólk, tá minst er at gera, og tað dupulta, 60 starvsfólk, tá tað er mest at gera. Bæði kvinnur og menn starvast á virkinum, sigur Fríðin


Góðar umstøður
Tey ungu arbeiða flestar tímar, og tað eru eisini teimum, tað eru flest av, men har eru eisini starvsfólk, ið eru komin upp í árini, sigur virkisleiðarin. Arbeiðsplássið er serliga vælumtókt millum tey, ið júst eru liðug við miðnámsskúlan. Men Fríðin leggur áherðslu á, at øll kunnu søkja, og nevnir sum dømi fólk á ferðavinnu/matstovum, ið hava minni virksemi fyri tíðina. Her eru sera góðar umstøður við m.a. fitness-rúmi, sum starvsfólkini kunnu brúka, upplýsir Fríðin.

Sesongin plagar at byrja umleið 1. august og enda í desember, men í ár verður neyðugt at byrja fyrr, og Fríðin væntar, at sesongin í ár byrjar umleið miðjan juni og heldur fram til einaferð í november mánað. Leggjast kann afturat, at miðnámsskúlarnir eisini enda umleið miðjan juni, sigur Fríðin.


Nógv arbeiði og góð løn
Arbeiðsuppgávurnar á Pelagos eru skipaðar í 12-tíma vaktir, ið onkuntíð eru dagvaktir og til aðrar tíðir náttarvaktir. Hetta tí at so mikið er at gera. Ein vanligan dag, har alt gongur, sum tað skal, er arbeiðið ikki so strævið, sum 12 tímar kanska ljóða av. Starvsfólkini hava fleiri steðgir, og arbeiðið er ikki tungt. Tað er vanligt fiskaarbeiði og eftirlit, tað snýr seg um. Hetta tí at nógv er automatiserað. Starvsfólkini skulu t.d. fylla á maskinur, taka fisk frá, sum skal frásorterast og líknandi, sigur Fríðin. Tímalønin er hægri á pelagiskum virkjum, og av tí at man fær nógvar tímar, eru góð útlit fyri eini trivaligari inntøku, sigur Fríðin.

Vit fara at søkja eftir starvsfólki í næstum og vóna at fáa nógvar umsóknir, og um onkur longu hevur fingið áhugað, er bert at senda umsókn til teldupost fridin@pelagos.fo, sigur Fríðin Ziskason við Norðlýsið at enda.