Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pelagos sagt 42 fólkum úr starvi

Jóhann Lützen

Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos upplýsir fyri Norðlýsinum, at tað er minkandi virksemið um summarið, sum ger at starvsfólkini eru søgd úr starvi.

Talan er um vanlig arbeiðsfólk á Pelagos, sum nú hava mist starvið.

– Tað eru bæði minkandi kvotur og serliga fiskivinnunýskipanin, sum ger at tað er sera óvist hvussu og nær vit seta fólk aftur í starv. Tað er eisini vist at vit fara ikki at seta eins nógv fólk aftur í starv, sigur Fríðin Ziskason.