Streymslit hava stórar útreiðslur við sær hjá vinnuni. Á Pelagos stóðu tey still tveir tímar í gjár og í morgun er aftur galið
Alt meginøkið lá í streymloysi tíðliga í morgun. Streymurin kom aftur ein tíma seinni ella so. Men á Pelagos liggja tey still enn.
Á uppisjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði arbeiða tey fyri tíðina makrel.
– Vit lógu still tveir tímar í gjár og nú í morgun frá kl. 06.30 og vit eru ikki komin í gongd aftur enn nú kl. 10.10. Útgerð er kortsluttað og oyðiløgd. Hetta kostar okkum milliónir, sigur Fríðin Ziskason virkisleiðari á Pelagos í stuttari viðmerking



