Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Peningastovnar, avgjøld og manuell arbeiði

John William Joensen

Plastkort, Net-bank og aðrir nútímans hentleikar hava gjørt at móttøkurnar í peningastovnum eru nærum manntómar

Ein kona ringir til føroyskan peningastovnin:

– Halló er tað bankin?

– ja.

– Kanst tú flyta 230 krónur av konto mínari til skógvahandilin,,,,øøø,, tit hava óivað kontonummari?

– Jú, hatta ornað vit!

– Ja, og 521 krónur til Hannis hjá pena-Óla,,,, eg minnist ongantíð hvat hann eitur,,,, men tú kennir hann!

– Ja, hatta ornað vit – var tað nakað annað?

– Å, jú – kjólin eg keyti til brúdleypi hjá dóttrini fyri hálvum árið síðan – eg lovaði at gjalda 200 krónur um mánaðan til klædnahandilin í Havn,,,øø, hin sum er beint við inngongdina í SMS,,, tit kenna hann?

– Jú, hatta er heldur eingin trupuleiki – vit skulu avgreiða hatta beinan vegin!

– Takk fyri! – Eg komið í bankan um eina løtu eftir 300 krónum, kanst tú ikki leggja teir í ein konvulutt við diskin – tí eg tími so illa at standa í kø?

– Jú, jú – sjálvandi gera vit tað!

Soleiðis kundi samrøða verða millum føroyskan peningastovn og viðskiftafólk – men veruleikin í dag er ein annar.

Peningastovnar stramma upp
Frá peningastovnunum verður sagt at tað er ein lítil partur, sum ringir til peningastovnin og biðjur um flyting.

– Tey sum í dag ringja og biðja um ein vanliga flyting – verða biðin um at koma inn á deildina – tí tað er ov dýrt at hava fólk sitandi og gerða hetta arbeiði manuelt, var sagt úr einum av peningastovnunum.

– Tað ber framhaldandi til at flyta pening – við at ringja – men tó ber ikki til at flyta meira enn 10.000 krónur. Harafturat taka vit 20 krónur fyri ómakin, var sagt frá øðrum peningastovni og allir stovnarnir hava ásett gjøld fyri flytingar.

– Vit meta tað ikki verða nóg trygt at lata viðskiftafólk ringja til okkum og biðja um at fáa pening fluttan – tí verður hetta vanliga ikki gjørt, var sagt frá peningastovni.

Allir peningastovnarnir siga at heimabankin ella Net-bankin er ein sólskinsøga, sum viðskiftafólk fegnast stórliga um og tað er nú einaferð soleiðis at peningastovnar eins og allar aðrar fyritøkur mugu taka pening fyri tað arbeiði sum verður gjørt.

Tí eru telefonsamrøður – sum omanfyrinevnda – nú søga – og vit hitta peningastovnin á Internetinum ístaðin.

Við øðrum orðum kunnu vit siga – at tað gevur onga meining at hava fólk sitandi og gerða arbeiði fyri fólk – sum fólk annars sjálvi kunnu gera!

Í Danmark eru peningastovnar nú farnir í holt við átøk – fyri at fáa fólk inn aftur á deildirnar – men tað skal verða i samband við ráðgeving og ikki fyri at gjalda rokningar og annað fjas- sum tey sambært bankavinnuni kunnu gera heima við hús.