Felagið Hugni í Klaksvík er tað fyrsta pensionistafelagið í Føroyum. tað varð stovnað í 1971 av Onnu Joensen, sjúkrasystir, á eiðinum.
Felagið heldur til í hølunum hjá skótaliði Nólsoyar Pálls. Opið er hvønn týsdag kl. 15-18. Limatalið er umleið 140, og hvønn týsdag møta umleið 20-30.
Í nevndini eru: Mikkjal á Bergi, form., Alma Petersen, næstform., Karin Højgaard, skrivari, Fríðborg Petersen og henny Vágsgarð. Eykalimir eru Ella Petersen og Anna Hansen (hon er kassameistari).
Eftir summarsteðgin byrja vit aftur at koma saman í skótahúsinum týsdagin, 6. september 2005, kl. 15.00. Seinastu mongu árini hava tíanverri so at siga bert kvinnur møtt upp til hesar hugnaligu løturnar. Byrjað verður við einum drekkamunni. síðani eru ymisk ítrív, sum t.d. binding og kortspæl, og til seinast verður ein andakt við sangi.
Vit vilja við hesum tíðindaskrivi inniliga heita á allar pensionistar í Norðoyggjum at tekna seg sum limir í felagnum og eisini møta upp til hugnaløturnar. og serstakliga vilja vit heita á mannfólkini um at taka seg saman og koma við, tí pensionistafelagið er jú bæði fyri kvinnur og menn. vit kunnu leggja afturat, at táið vit nú byrja aftur, verður eisini møguleiki fyri at spæla bob.
Tit eru vælkomin at tekna tykkum á telefon 227299 og 455420.




