Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensjónir, bústaðir og fiskivinna á breddan í Hósvík mikukvøldið

Tíðindaskriv

Almennur politiskur fundur um Pensjónsreform, Bústaðir og Fiskivinnunýskipan verður í Bygdarhúsinum í Hósvík mikukvøldið 31. august kl. 19.30. Við verða løgmaður Aksel V. Johannesen, Eyðgunn Samuelsen landsstýriskvinna og og Jónleif Johannesen, tingbólkaformaður.

Hetta eru mál av størsta týdningi fyri livikor og vinnulív. Í 10-15 ár hevur verið arbeitt við ymiskum uppskotum og átøkum á hesum trimum økjum, uttan at koma á mál. Men nýggja samgongan ætlar, at nú skal tað verða. Uppskot til ein reform av øllum pensjóns- og eftirlønarøkinum skal leggjast fram í hesi tingsetu. Hvussu verður t.d. við fólkapensjónini og samhaldsfasta? Ein fiskivinnunýskipan er blivin alt meira átrokandi, og nú er tíðin við at renna undan, tí við ársenda komandi ár fer galdandi lógarverk úr gildi og nýggj skipan skal setast í verk.

Í báðum førum eru hetta nýskipanir, sum skulu røkka langt fram í tíðina, og skulu tí helst hava ein breiðan meiriluta aftan fyri seg. Tað verður ein stór avbjóðing hjá samgonguni, ikki bara at fáa hesi mál ígjøgnum, men eisini við størst møguligari undirtøku.

Málið um bústaðir er eisini eitt mál av størsta týdningi fyri livikorini her á landi. Tann brennandi spurningurin er, hvussu vit kunnu styrkja fíggjarliga grundarlagið undir felagnum Bústaðir, so veruliga ætlanin um at byggja hóskandi bíligar luta- og leiguíbúðir kann røkkast.

Hvat ætlar samgongan og hvat ætlar Javnaðarflokkurin at gera fyri at fremja hesi stórmálini? Tað seta vit á breddan í bygdarhúsinum í Hósvík mikukvøldið, har øll eru vælkomin at hoyra og verða við í orðaskiftinum.

Norðstreymoyar Javnaðarfelag.

Harleywoodpaint