Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensjónistar hava mist 17 mió. krónur

Tíðindaskriv

Í svarið frá Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu, upp á fyrispurning settan av Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, sæst, at Landskassin higartil í ár hevur spart uml. 17 mió. krónur, tí grundupphæddin í fólkapensjónini fyrr í ár var lækkað við knøppum 600 krónum um mánaðin.

Landsstíriskvinnan sigur í svarinum, at lógarbroytingin kom í gildi 1. februar. Sparingin í fólkapensjónini á uml. 17 mió. krónur er sostatt í tíðarskeiðnum frá 1. február til 1. juni.

Árliga sparingin verður 42 mió. kr.

Alt svarið kann lesast her