Alma Petersen, sum í mong ár hevur verið íðin fortalari fyri at betra viðurskiftini hjá pensjónistum, m.a. sum nevndarlimur í landsfelag pensjónistana sigur, at tað kom sum ein skelkur tá løgtingið avgjørdi at skerja grundupphæddina til fólkapensjónistar. Men vit sum kenna søguna hava upplivað so mangt, sigur hon.
Alma Petersen, sum í mong ár hevur verið íðin fortalari fyri at betra viðurskiftini hjá pensjónistum, m.a. sum nevndarlimur í landsfelag pensjónistana sigur, at tað kom sum ein skelkur tá løgtingið avgjørdi at skerja grundupphæddina til fólkapensjónistar. Men vit sum kenna søguna hava upplivað so mangt, sigur hon.
– Eg kann tosað við allar politikarar og teir vita at eg altíð sigi mína avgjørdu meining!Veruleikin er at pensjónistarnir í Føroyum hava munandi verri umstøður enn pensjónistar í Danmark. Eitt eru pensjónirnar, men harafturat hava pensjónistar í Danmark eitt hav av møguleikum at fáa stuðul og hjálp.
Tey sum einans hava grundgjaldið og samhaldsfasta, hava alt ov lítið at liva av og tað havi eg fleiri ferðir gjørt vart við seinastu mongu árini.
Eg eri somikið gomul, at eg minnist hvussu støðan var tá vit onga pensjónskipan høvdu. Abbi plagdi at senda meg á posthúsið har hann fekk 202 kr. annan hvønn mánaða, sum fattighjálp ella okkurt líknandi. Eg fekk 2 kr. afturfyri. Bilettin við ferguni kostaði 25 oyru, men eg havi altíð verið gíri, so eg unti mær ongantíð at fara tvørtur um við ferguni, sigur Alma skemtandi.
Í 1950unum minnist eg, at tað stóð á skattauppgerini, at man rindaði 2,5% av lønini til ellis- og avlamispensjónina og varð ikki rindað til tíðina, bleiv straffrenta áløgd. Hetta gjaldi skuldi eitast fyri at fara í ein pensjónsgrunn, men einaferð landskassin manglaði pengar broyttu politikararnir lógina og fóru so avstað við pensjónunum í stóra pott. Tá varð eisini spurnartekin sett í løgtinginginum, men tá var svarað at tað var uppgávan hjá løgtinginum at ansa eftir pensjónistunum.
Endamálið við Samhaldsfasta var at tað skuldi verða ein hjálp afturat og er grunnurin uppbygdur av arbeiðarum og reiðarum. Men nú hevur løgtingið tiltuska sær valdið á grunninum so her kann alt henda.
Tey, sum hava havt eina vanliga arbeiðara inntøku rinda so ótrúliga nógv til hendan og handan grunnin, men sera fá geva sær fær um hvat peningurin verður nýttur til. Fólk rinda til ALS, barsilskipan, samhaldsfasta og nú eisini til “sína egnu uppsparing” sum tað verður rópt. Men ringt er at hava álit á at pengarnir veruliga fara at verða brúktir til pensjónina, tá man hevur livað so leingi sum eg.
Vit skulu heldur ikki gloyma at føroyingar fáa blokk úr Danmark har pensjónir eru íroknaðar og seinast vit roknaðu uppá tað svaraðitað til í minstalagið 35.000 kr. pr. pensjónist, men eg trúgvi at politikarar, sum sita í dag vita slett einki um hetta. Vit sum hava arbeitt alt okkara lív hava rindað fleiri ferðir pensjónina, men pengarnir eru í stóran mun brúktir til onnur ting.
Eg má siga sum er, at eg hevði ikki trúð at politiska skipanin kundi finna uppá at skerja grundupphæddina, sum landskassin rindaði pensjónistunum. Í øllum londum kring okkum er hetta grundarstøði undir pensjónunum og eg havi ikki orð fyri hvat eg haldið um hesa gerðina.
Men eg eri bara eitt gamalt grenj og tað ætli eg mær at halda fram við at verða, tí umstøðurnar hjá pensjónistunum í Føroyum eru alt ov vánaligar ímun til umstøðurnar hjá okkara javnaldrum í Danmark.
Hetta haldi eg at vit mugu gera nakað við, og eg vildi ynskt at allir pensjónistar vóru limir í pensjónistfeløgunum, so vit stóðu sterkari. Vit í landsfelagnum fara at taka øll viðurskifini hjá pensjónistunum upp til viðgerðar í næstum, og mugu bara halda á at ávirka politisku skipanina, hóast álitið ikki kann sigast at verða stórt. Eg haldi at tað eisini verða skeivt at straffa tey sum sjálvi at hava megnað at spart upp sína egnu privatu uppsparing. Tað ger einki um onkur eigur meira, bara øll kunnu liva, sigur Alma Petersen.




