Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pensjonistar mugu ikki revsast fyri at arbeiða

Sonni Samuelsen

Nógvir pensjonistar hava bæði hug og orku at halda fram í arbeiðslívinum nøkur ár afturat, eftir at tey eru blivin 67. Kanska ikki fulla tíð, men nakrar tímar um dagin ella um vikuna.

Men sum er, kann tað skjótt ganga út yvir pensjónina. Eg vil gera mítt til, at pensjonistar ikki verða revsaðir fyri at arbeiða.

Í undanfarnu samgongu tók Javnaðarflokkurin stig til, at arbeiðsinntøkan hjá makanum ikki skal mótroknast í pensjónini hjá føroyska pensjónistinum.

Men skipanin hevur ikki tikið hædd fyri hjúnum, har bæði eru pensjónistar. Tá verður arbeiðsinntøkan nevniliga mótroknað í pensjónini.

Hetta er ikki rættvíst. Arbeiðsinntøka skal als ikki mótroknast í pensjónini, heldur ikki tá bæði eru pensjónistar. Pensjónisturin skal ikki revsast við lægri útgjaldið, um hin orkar og fegin vil halda á at arbeiða – tað má verða atskilt. Tað rættasta má vera, at man sleppur at vera virkin so leingi, man hevur hug og orku til tess – uttan at verða revsaður.

Men fyri tey, sum eru niðurslitin, má ein fleksibul pensjónsaldur setast í verk, so at øll verða viðfarin RÆTTVÍST.

Við javnaðarkvøðu

Sonni Samuelsen, valevni Javnaðarfloksins