Ólavsøkupakkin 2009
Landsfelag Pensjónista mótmælir staðiliga:
• At mótroknað verður í viðbótini frá fyrstu krónu við 25% (ætlanin vendir sosialt skeivt og gevur ongan hug at arbeiða)
• At mótroknað verður í grundarupphæddini við aðrari inntøku enn arbeiðsinntøku
• At pensjónsaldurin verður hækkaður við lóg
Landsfelagið tekur undir við:
• At øll – í framtíðini – skulu gjalda pening til eginpensjón.
• At grundarupphæddin verður skattskyldug
• At fólk skulu hava rætt til at arbeiða so longi orka og hugur er til tess (beinast má fyri allari aldursdiskriminatión og uppsagnaraldurin strikast)
Landsfelagið mælir til:
• At gift ikki framhaldandi verða diskriminerað í pensjónshøpi – gift skulu hava somu pensjón sum støk.
• At pensjónistar ikki framhaldandi verða noyddir at liva undir fátækramarkinum. (Í 2008 lá nettofólkapensjónin og samhaldsfasti, hjá giftum fólkapensjónistum 3.504 kr. undir OECD fátækra-markinum). Útgjaldið úr Samhaldsfasta má tí uttan himpr hækkast.
Pensjónsspariuppskotið hjá fíggjarmálaráðnum eigur at verða tikið aftur. – Uppskotið leggur upp til, at fólkapensjónirnar í 2010 skulu skerjast við 25 mió. kr. Verður pensjónsspariuppskotið framt í verki, fær hetta ómetaliga óhepnar fíggjarligar- og sosialar fylgjur fyri lágløntar fátækar pensjónistar.




