Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Per Eirik Hals *27.11.1940 – ”29.08.2013 in memoriam

pmp

Fert tú fram við gamla garðin,

har Per Eirik átti borg,

bend tá høvur niður varin,

tí her valdar sút og sorg.

Fert tú fram við gamla garðin

tøgn á fuglameingi er,

tí Per Eirik, hann er farin

ævinleikans evstu ferð.

Fert tú fram við gamla garðin

har Per Eirik mangan stóð,

hoyrir tú í huga varin,

syrgin kirkjuklokkuljóð.

Her tey komu, her tey vóru,

her tey hildu frí,

við sær alsk til land tey bóru

alla teirra lívsins tíð.

Her tey ólu góðar synir,

her var teirra summarstað,

øll tey vórðu okkar vinir,

spældu for oss lívsins lag.

Tagnaður er hørpusláttur,

tagnað er títt góða orð,

tagnaður er andadráttur

– lív er skift til deyðans kor.

Tøkk tær veri kæri drongur,

vinur okkar alra her,

syrgin oss tín hørpustrongur

leingi enn tín tóna ber.

Hvíl í friði merkismaður

undir flag tín gravarblund,

eig á evsta degi glaður

ævinleikans sælu stund.

—-

Elsebeth og synir eigi

troyst í minnum um ein mann,

sum sítt lív – til gravarleiðið –

altíð alsk til tykkum fann.


pmp