Klokkan 13 í dag hevði løgreglan í Keypmannahavn ein tíðindafund, har seinastu tíðindini um skothendingarnar í býnum vóru borin fram.
Klokkan 13 í dag hevði løgreglan í Keypmannahavn ein tíðindafund, har seinastu tíðindini um skothendingarnar í býnum vóru borin fram.
Á tíðindafundinum greiddi PET frá, at illgerðarmaðurin var kendur av PET og at hann var “indenfor vores radar”, sum Jens Madsen frá PET tók til.
Harumframt segði hann eisini, at løgreglan hevur funnið eitt langt vápn, sum helst er nýtt í sambandi við atsókninar í Keypmannahavn. Hann leggur tó afturat, at tað enn er ov tíðliga til at siga nakað um orsøkina til atsóknirnar, men hann vísur ikki aftur, at illgerðarmaðurin kann hava fingið íblástur frá álopinum á franska tíðarritið Charlie Hebdo.
– Álopini, sum vit upplivdu í gjár og í nátt, er ein greið mynd av yvirgangshóttanini í Danmark. Hóttanarstøðið er álvarsamt, men enn hava vit møguleika fyri at broyta hetta, segði Jens Madsen á tíðindafundinum.
Í løtuni ger løgreglan kanningararbeiðið í Keypmannahavn, emn enn er langur vegur á mál. Fleiri bústaðir skulu kannast, umframt at onnur evni eisini skulu kannast av løgregluni. Jens Madsen vil tó ikki koma nærri inn á hesi evni beint nú.
Løgreglan skal eisini fáa greiði á ferðamynstrinum í døgunum fram til álopini, í tíðarbilinum millum álopini og aftaná álopini.
Harumframt skal ein røð av tekniskum kanningum eisini gerast fyri endaliga at kunna staðfesta, hvørt tann skotni maðurin í morgun veruliga er illgerðarmaðurin.
Av atliti til kanningararbeiði vil løgreglan tí heldur ikki siga nakað um samleikan hjá metta illgerðarmanninum.
Kelda: www.eb.dk




