Møguleiki verður at kunna seg um sera vælumtókta kúluspælið, Petanque, við KÍ-høllina, hósdagin 7. september kl. 17.00.
Fyrst í komandi viku, kemur ein bólkur frá Danske Gymnastik- og Idrætsforeninger, DGI, til Føroya, at kanna møguleikarnar fyri samstarvið innan ymiskar ítróttargreinar. Í tí sambandi er ætlanin at nøkur av teimum, koma til Klaksvíkar at vísa hvussu ein spælir Petanque.
Hetta spæli er millum flestu føroyingar rættiliga ókent, men nú fær ein møguleika til kunna seg meira um spælið, sum er rættiliga kent uttanlands og verður leikt av fólki í øllum aldursbólkum.
Tað var fyri meira enn hundrað árum síðani, at teir í Fraklandi byrjaðu at spæla Petanque, men ikki fyrr enn síðst í 70’unum tóku m.a. danir hetta spæli til sín. Í dag eru regluligar kappingar um alt landið.
Í Petanque eru tvey lið, sum dystast ímóti hvørjum øðrum. Kappingin snýr seg sum, at duga so væl at kasta metalkúlurnar, so tætt uppá ein grís sum møguligt. Vanliga verður kúluspælið leikt á einum vølli, sum er 4×15 metur; leikt verður í single, double og triple. Í single og double hevur hvør spælari tríggjar kúlur, og í triple tvær kúlur.
Hevur ein hug til at vita meir um Petanque, so verður møguleiki til hetta við parkeringsøkið við KÍ-høllina hósdagin 7. september kl. 17.00, tá umboð frá DGI vitja í Klaksvík.




