Fyri 2-3 árum síðani var roynd gjørd at fáa kjak í gongd um Klakksvíkar Skúlaverk.
Hendan royndin miseydnaðist, serstakliga tí, at táverandi forkvinna í mentunarnevnd Klakksvíkar Býráðs ikki vildi luttaka og tískil høvdu borgarnir í kommununi ikki møguleika at fáa innlit í, hvørja ætlan kommunan hevði við skúlanum. Síðani hevur mentunarnevndin fingið nýggja forkvinnu og skúlin verður tikin fram viðhvørt, hóast hetta mangan er meira ella minni hálvhjarta. Eg havi fyrr borið fram, at samanlegging er tað einasta rætta og havi eg ikki broytt støðu, men nógv nýtt kemur fram innímillum og haldi eg, at vit nú eiga at fara at hyggja nærri at tí.
Stjórin fer
Sum áður sagt, so taki eg fult undir við einari veruligari samanlegging. Fyri góðum mánaða síðani boðaði núverandi stjóri á skúlanum á Ziskatrøð frá, at hann fer frá 1.marts. Hetta merkir, at undir núverandi skipan, so skal nýggjur stjóri setast áðrenn nýtt skúlaár byrjar. Í samband við at stjórin fer, so hevur kommunan nú fingið ein góðan møguleika at broyta núverandi skúlaverk. Verður nýggjur stjóri settur, so útseta vit allar møguleikar til at nýskipa okkara skúlaverk, tískil eigur kommunan longu nú at seta út í kortið, hvussu framtíðarskúlin í Norðoyggjum skal síggja út.
10.flokkur
Tað ljóðar longu nú, at í framtíðini skal allur 10.flokkur halda til á skúlanum á Ziskatrøð,alt gott um tað. Spurnartekin skal tó setast við, um kommunan saman við skúlamynduleikum hava gjørt sær greitt, at tað er ikki bara at savna 10.floksnæmingarnar saman í eitt frá tveimum skúlum. Hesir næmingar, ið nú skulu samstarva, kenna møguliga ikki hvønn annan og her kunnu koma trupulleikar, tí nógv undirvísing í 10.flokki byggir á samstarv millum næmingarnar og ikki minst bólkaarbeiðið og bólkaroyndir. Hvussu skulu fíggjarligu viðurskiftini vera millum skúlarnar, hvør skal rinda fyri hvønn næming? Hvussu við hølisviðurskiftunum.
Útbyggingar
Í løtuni verður nógv kjakast um, hvussu skúlin skal útbyggjast. Í nógv ár hevur kommunan brúkt nógvan pening til umvælingar av skúlanum á Ziskatrøð. Tíverri kann hetta ikki síggjast á skúlanum, men kanska tað sæst á kontuni hjá Fuglø arkitektum. Tær flestu av teimum 20-25 milliónunum, ið eru brúktar, eru farnar fyri skeyti, tí tað, ið fólk halda er bygt upp, er eisini brotið niður aftur, soleiðis gongur, tá ið høgra hond ikki veit, hvat ið vinstra ger. Eg tosaði við forkvinnuna í mentunarnevndina fyri góðum ári síðani og segði hon mær, at ongar dupultfunktiónir skuldu gerast í Klakksvíkar Skúlaverki.Hyggja vit at tekningini fyri útbyggingina á Ziskatrøð, so kunnu vit staðfesta, at vit bara skulu hava dupultfunktiónir, so útlitini fyri Klakksvíkar Skúlaverk eru døpur, um ikki nýhugsan kemur framat.
Játtan
Á hvørjum ári setir kommunan pengar av á fíggjarlógini til skúlaútbyggingar. Tað man vera fyri at halda fólki fyri tað turra spott, tí tá ið árið fer at halla, so er ongin peningur tøkur, í flestu førum av eini skilaleysari býráðsumsiting. Vit síggja longu nú, hvussu arbeitt verður.
Á Ziskatrøð er ein gravkúgv komin at standa, kanska tí játtanin fyri hetta árið skal brúkast, men við at útseta málið longur, so er jólaaftan so nær, at pengarnir ikki kunnu brúkast. Á fíggjarlógini fyri 2007 hevur býráðið longu nú skarvað nakað av skúlaútbyggingini.
Framtíðin
Í hesum globaliseringstíðum er neyðugt við nýhugsan. Í mínari verð er samanlegging alneyðug, tí størri eindir vit hava, betri møguleikar hava vit at hava vælútgjørdar stovur til tær ymsu lærugreinarnar. Sum fólkatalið í Norðoyggjum er í løtuni, so skulu vit hava eina vælútgjørda stovu í hesum lærugreinum: Alisfrøði – Náttúr/Tøkni – Lívfrøði – Hondarbeiði – Evning – Træsmíð – Tónleik – Køk – Teld. Tað er av alstórum týdningi, at vit gera eina endaliga heildarloysn fyri Klakksvíkar Skúlaverk og halda okkum burtur frá lappaloysnum, sum vit hava gjørt higartil.
Útbygging á Ziskatrøð er Ósáskúlin, tí skúlin á Ziskatrøð liggur á Skúlatrøð. Petur Hans Joensen




