Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Hans Joensen: Tottenham vinnur Premier League

Jákup Ósá

Christian Eriksen og Harry Kane fara at senda meistaraheitið til Tottenham fyri fyrstu ferð síðani 1961, væntar Petur Hans Joensen, ið er fyrrverandi leikari og linjuverji í bestu føroysku deildini.

Petur Hans spældi við besta liðnum hjá KÍ í 1980’unum og eisini í 1990 og fyrru hálvu av kappingarárinum í 1991. Petur Hans er Manchester United viðhaldsmaður, men heldur óvæntað og í mun til flest øll onnur, so væntar hann nógv av Tottenham í ár. 

Niðanfyri svarar Petur Hans uppá spurningarnar um komandi kappingarár.

1. Hvør vinnur Premier League 2015/16?

Tottenham

2. Greið frá í stuttum, hví so verður?

Keypt skilagott inn.

3. Hvørji lið enda í topp 4 (í rættari raðfylgju) í Premier League?

1. Tottenham 2. Manchester United 3. Chelsea 4. Manchester City

4. Hvør verður toppskjútti í Premier League?

Radamel Falcao (Chelsea)

5. Hvat er besta keypið í summar í Premier League?

Bastian Schweinsteiger (Manchester United)

6. Hvat lið fer at yvirraska posetivt í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Tottenham. Eriksen fer at vera betri enn sienasta ár og Harry Kane fær sítt stóra gjøgnumbrot í ár.

7. Hvat lið verður størsta vónbrotið í Premier League og greið í stuttum frá hví?

Liverpool. Saknurin í Gerrard og ongin í núverandi hópi megnar at taka hansara ábyrgd á seg. Benteke er eitt feilkeyp, tí LFC spælir ikki fótbólt sum Benteke kann brúkast til. Verjan verdur veikasti liðurin, Skrtel er eitt ár eldri og neyvan vorðin skjótari av tí! Harafturat tapir liðið alt ov nógvar dystir móti teimum smærru feløgunum!