Magnus Tausen ynskti at leggja frá sær sum formaður á drúgva fundinum ígjár, har nógvar broytingar vórðu gjørdar í lógum og reglum Flogbóltsambandssins
Fundurin byrjaði við at formaðurin tók samanum seinasta árið. Magnus Tausen harmaðist um at korona hevði lagt alt landsliðsarbeiði niður, men at hetta samstundis hevði gjørt at nevndin hevði fingið høvið til at endurskoða alt landsliðsarbeiði og fyri framman eru spennandi ætlanir.
Nógvar broytingar vóru gjørdar í lógum og reglum hjá FBF. Limirnir ynsktu at landskappingin fekk meira týdning og tað kom ítøkiliga til sjóndar við at vinnarin fær fíggjarligan stuðul frá FBF, at luttaka til kappingar uttanlanda, harnæst at nr. 1 við kappingarenda fær fyrru finaluna á sínum heimavølli og eigur tann dystin.
Nevndarval
Winnie Simonsen tók ikki við afturvali og fekk hon handað blómutyssi eins og Magnus Tausen frá Guðrun L. Joensen. Magnus heldur tó fram í nevndini. Petur Holm úr ÍF varð valdur til nýggjan formann. Í nevndini sita nú Petur Holm, formaður, Jónley Poulsen, næstforkvinna, Guðrun L. Joensen, Magnus Tausen og Jóhan á Mýruni. Tiltakslimir eru Sigrid Petersen og Jóhann Lützen.





