Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

P/F Líraberg stevnt Fiskimálaráðnum

John William Joensen

P/F Líraberg krevur at rætturin staðfestir at tað var skeivt av Fiskimálaráðnum at nokta fiskiførum undir 110 tons eina makrelkvotu undir einum.

P/F Líraberg krevur at rætturin staðfestir at tað var skeivt av Fiskimálaráðnum at nokta fiskiførum undir 110 tons eina makrelkvotu undir einum.

Óli Jacobsen, eigari av P/F Líraberg sum er heimahoyrandi á Argjum, tók í fjør stig til eina umsókn frá bólkinum fiskiførum undir 110 tons um at fáa 15% av makreltilfeinginum undir einum. Umsóknin fekk noktandi svar úr Fiskimálaráðnum. Tann 17. apríl lat M/B Líraberg, Føroya Rætti eina stevning. Í stevningini verður m.a. kravt, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðurkenna, at avgerðin at nokta fiskiførum undir 110 tons part av makreltilfeinginum undir einum í fjør, ikki er í samsvar við lógina um vinnuligan fiskiskap og tískil verður staðfest sum ógildug.

Óli Jacobsen sigur, at Fiskimálaráðið hevur onkusvegna avgjørt at blanda viðgerð av rættindum, umsitan av loyvum og skipan av fiskiskapi saman. Atlit, sum bert fiskimálaráðið kennir, eru galdandi, og hettar hevur tilvildarligum avleiðingar fyri allar aktørar.

– Feskasta dømið um, hvussu Fiskimálaráðið velur at umsita, er Flemish Cap-kunngerðin, sigur Óli Jacobsen. Onkursvegna verður lopið bukk um lógina, so tillutan av rættindum, umsitan av loyvum og skipan av fiskiskapi í staðin verður vavt niður í eina og somu heimild. Eftir øllum at døma eru tað bert atlit, sumtann til eina og hvørja tíð sitandi fiskimálaráharri hevur, sum eru avgerðandi fyri tillutan av rættindum og undir hvørjum treytum. Ein viðkomandi spurningurin er hvat verður tað næsta? Barentshavið ella Ísland …?

Fiskimálaráðið grundaði noktandi svarið við, at tað var ikki heimild í lógini um vinnuligan fiskiskap at geva bátunum loyvi til eina makrelkvotu undir einum. Óli Jacobsen sigur, at teir eru grundleggjandi ósamdir í hesum og í uppfatanini hjá Fiskimálaráðnum yvirhøvur, tá ið tað kemur til umsiting av makrelfiskskapinum.

-Í tann mun, sum makreltilfeingið verður fiskað í størri nøgdum enn søguliga av nóta- og ídnaðarflotanum, so er tað eitt nýtt tilfeingið í Føroyskum sjógvi. Tað skal tí viðgerast út frá hesum. Veiðuevni til botnfisk, eitt nú tosk, hýsu ella upsa, eru óviðkomandi fyri viðgerðina, og kann tí ikki brúkast sum umbering fyri tilvildarligum avgerðum í Fiskimálaráðnum.

Óli Jacobsen vísir á, at hóast fiskivinna er høvuðsvinna og hóast talan er um útlutan av milliardavirðum, so ber ikki til at kæra avgerðir hjá Fiskimálaráðnum.

– Tí vilja vit hava rættin at taka støðu til tað prinsippiella, nevniliga hvussu lógin um vinnuligan fiskiskap eigur at verða umsitin á hesum øki, sigur Óli Jacobsen at enda.