Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

P/F SMS keypt Mylnu-bygningin í Berjabrekku

Tíðindaskriv

Eftir at P/F SMS í mong hevur havt bakaríið Mylnuna í Berjabrekku í bygninginum, sum Per Poulsen í sínari tíð bygdi til bakarí, hevur P/F SMS nú keypt bygningin, sum skal høvuðsumvælast og nútímansgeras.

Per Poulsen, sum í nógv ár hevði bakarívirksemi í Havn, hevur latið seinasta partin av sínum virksemi av hondum.

Hann seldi í dag bakarí-bygningin í Berjabrekku til P/F SMS, sum seinastu 15 árini hevur havt bakaríið Mylnuna í bygninginum.

Per Poulsen stovnaði Mylnuna í 1979. Hann bygdi bygningin í Berjabrekku til bakarí, og nakað eftir aldarskiftið seldi hann bakarívirksemið í Mylnuni til P/F SMS.

P/F SMS fer nú at høvuðsumvæla og nútímansgera bygningin, so at hann fer at líkjast nýggju Mylnunum í høvuðsstaðnum.