Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Piltarnir eru føroyameistarar

Oliver Joensen

Piltarnir hjá KÍ vunnu ein knúsandi sigur á HB í seinasta umfarinum í dag. Harvið tryggjaði KÍa sær gullmerkini í piltadeildini

Undan seinasta umfarinum var KÍa á odda við tveimum stigum, og tí skuldu teir bara havt eitt stig í seinasta umfarinum.

Dysturin var ímóti HBb, sum liggur nummar 4 og hevur fingið sera góð úrslit seinastu umførini. Men hóast spenningurin var stórur undan dystinum, so var eingin ivi um, hvør var betra liðið í dag.

KÍ setti seg fullkomiliga á dystin, stríddi seg til yvirtak um allan vøllin og spældi sera gott fótbóltspæl. Tað endaði við, at KÍa vann 10-0.

Harvið vann KÍ fyrsta føroyameistaraheitið í piltadeildini síðani 1984. Tillukku við tí!