Avrikið var langt undir tað, ið krevjast kundi og tí bleiv talan um pínligt úrslit fyri føroyska landsliðið.
Avrikið var langt undir tað, ið krevjast kundi og tí bleivtalan um pínligt úrslit fyri føroyska landsliðið.
6-0 vann Eysturríki á Føroyum í kvøld og sigurin var ikkieitt mál ov lítil. Hálvleiksstøðan var 3-0 og tað var væl sloppið, tí tað kundiverið nógv meir. Føroyska avrikið var út av lagi vánaligt í fyrra hálvleiki ogsjáldan hava vit sæð landsliðið spælt so langt undir evnir.
Í seinna hálvleiki bleiv nakað frægari, men tað skyldastnokk eisini, at Eysturríki slappaði eitt sindur meira av. Tó fingu teir eisinitrý mál í seinna hálvleiki og tí endaði dysturin við 6-0 sigri til Eysturríki. Talaner um eitt av ringastu úrslitunum hjá landsliðinum í fleiri ár. Í 2007 taptiFøroyar seinast so stórt, men tað var ímóti heimsstjørnunum úr Fraklandi. Í2006 tapti liðið 6-0 móti bæði Skotlandi og Georgia.
Orsøkirnar kunnu vera nógvar, men eitt 6-0 tap, ið ikki vareitt mál ov lítið útfrá leikgongdini, talar fyri seg. Við hesum fekk Lars Olsen, ið annars hevur staðið á odda fyri nøkrum fínum avrikum, sítt fyrsta stóra tap, ið samstundis er størri enn í nøkrum dysti undirleiðsluni hjá Brian Kerr.




