Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pison gjørt sera góðan túr

Norðlýsið

Í morgun landaði Pison 145.000 pund av longu og brosmu til Kósina. Túrurin var tíggju setur og hetta er fjórði túrurin síðani Hans Jacob Vitalis, Petur Gilbert Gullaksen og Símun M. Zachariassen (Galla) yvirtóku skipið. Allir túrarnir hava ligið væl omanfyri 100.000 pund (100.000 pund, 105.000 pund, 130.000 pund og nú 145.000 pund).

Fiskiskapurin sum heild hjá línuskipunum hevur verið góður seinastu tíðina og teir fýra túrarnir skipið hevur verið til fiskiskap hava allir verið undir Føroyum.

Prísurin á longu og brosmu stendur í stað hóast toskaprísurin er farin heilt upp á 20 kr. í september.

14 mans eru við Pison og vantandi fer Pison avstað aftur sunnukvøldi.