Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pison hevur roynst væl fyrsta túrin

Jákup Ósá

Pison legði at bryggju hjá NFCS seinnapartin.

Eyðstein Sørensen, skipari, letur væl at frystilínuskipinum, sum hevur verið sín fyrsta túr við hesum eigarunum. Pison byrjaði at fiska 1. februar og hevur 200 tons. Áleið 100 tons av longu, 40 tons av toski, 25 tons av hýsu og so er restin blandað. Alt er avhøvdaður fiskur, og teir hava roynt nærum allan túrin vestanfyri Føroyar.

15 mans vóru við Pison hendan túrin, og ætlanin er at fara avstað aftur týsdagin.