Bæði línuskipini hava fingið nógvan fisk hendan túrin.
Núpur hevur verið í Grønlandi og hevur 190.000 pund. Meginparturin er toskur. Núpur byrjaði at fiska 27. juni. Pison hevur roynt undir Føroyum. Hann hevur umleið 140.000 pund, har meginparturin er longa og brosma.
Í gjár fór eitt annað línuskip, Kvikk, nýggjan túr. Hann fór til Íslands.




