Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pisshúsið fingið tátt

Jóhann Lützen

Tað var væntandi og býráðspolitikararnir fáa sítt

 

Pisshúsið í Klaksvík
lag: Lítla dukkulisa, tú kanst vera glað…..

Neyðars, neyðars Teistin sleppur ei til kei,
Pisshúsið í Klaksvík, stendur har á leið,
Borgarstjórin sigur, húsið tað skal vekk,
hann í gráum skinni alt í høvdið fekk.

Meirilutin sigur, hetta ber ei til,
loyvt má vera manni at pissa, tá hann vil,
hugsa tær, hann hevur langan veg til hús,
hvat skal hann so gera uttan pissihús.

Um í ringum standi – tænir fyri seg –
dettur ikki, tí tað veit ikki hvønn veg,
ikki skal tað burtur fyri nakran prís,
hetta lítla, fitta hjálpiparadís.

So kann Teistin gera líka sum hann vil,
hvar ið hann í Klaksvík nú skal leggja til,
Pisshúsið tað stendur sum eitt gamalt kloss,
so har fyri bilum finnist einki pláss.

Um nú hetta húsið verður tikið burt,
hvar skal trongdur maður loysa út sín m—,
Mentamálanevndin fer at halda fund
nú í fyrstu løtu – málið hevur skund.

Gamalt er, tá maður kasta vatnið skal,
upp mót einum veggi kennist tað so væl.
Hvørvur hetta húsið, finnast eini ráð
“Reisið lyktapela, sum kann pissast á.”

 

NePtuN(2025)