Spennandi og viðkomandi tiltak fyri teg, ið fer undir víðari lesna í Føroyum ella uttanlands
Tað eru MFS og ASK, sum saman við Eik skipa fyri tiltakinum og koma við kunning um viðurskifti, sum viðvíkja hægri lesnaði bæði í Føroyum og uttanlands.
Skráin:
• MFS greiður frá um ymisk praktisk viðurskifti
• Eik greiður frá um tey fíggjarligu viðurskiftini
• ASK greiður m.a. frá sosialum viðurskiftum, og hvat tað vil siga at fara undir hægri lesna
• Farið verður í bólkar har møguleiki verður at tosa við umboð frá MFS, ASK og Eik, umframt lesandi úr ymiskum lestrarbýum
• Mrs. Duplo diskar og okkurt gott verður til góman
Týskvøldið 4. august kl. 19.00
á deildini hjá Eik í Saltangará
Mikukvøldið 5. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Eik í Havn
Øll eru vælkomin




