Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

PL: Chelsea komið væl frá byrjan

Danial Viðoy

Premier League: Chelsea hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Í kvøld vunnu teir sannførandi 3-1 á útivølli í móti Burnley. Teir avgjørdu í fyrra hálvleiki.

Premier League: Chelsea hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingina. Í kvøld vunnu teir sannførandi 3-1 á útivølli í móti Burnley. Teir avgjørdu í fyrra hálvleiki.

Tað, ið kanska var merkisvert við uppstillingini hjá Chelsea í kvøld var, at Petr Cech sat á beinkinum. Í hansara stað kom Thibault Courtois, sum hevur verið útleigaður til Atletico Madrid. – Gitingar hava verið undan dystinum, at Petr Cech er áveg úr felagnum. Umframt Courtois vóru Fabregas og Costa spildurnýggir í byrjanaruppstillingini. Allir tríggir spældu ein góðan dyst.

Fyrri hálvleikur beyð upp á góðan fótbólt og høga leikferð. Fyrri hálvleikur var eisini vitni um, at Chelsea kann teljast millum meistara-favorittar. Teir skoraðu trý góð mál, eftir at Burley hevði lagt seg á odda.

Burnley legði seg nevniliga á odda í 14’ minutti. Eftir eitt miseydnað horna fangaði Burnley bóltin og eftir eitt gott innlegg, legði Arfield bóltin í skotstøðu og hamrar bóltin í málið.

Men í 17’ minutti skoraði nýggi áleyparin hjá Chelsea, sum fólk væntað sær nógv av. Diego Costa á stóð røttum stað, tá ið bólturin sprakk útaftur frá stongini. Hann gjørdi ikki mætari enn at leggja ristina til og skora trygt.

Í 21’ minutti skoraði Chelsea eitt hitt besta málið hetta umfarið. Schurrle skoraði eftir ordans ”tiki-taka-spæl”, sum endaði við at Fabregas stakk bóltin í gjøgnum verjuna hjá Burnley, har Schurrle hevði runnið seg í góða støðu.

Chelsea steðgaði ikki her. Í 34’ minutti slapp Branislav Ivanovic ótarnaður at leggja bóltin í málið eftir horna til hálvleiksstøðuna 3-1.

Seinni hálvleikur beyð ikki upp á nakað mál. Chelsea stýrdi tí róliga heim. Trý stig í posan og eru teir nú ovastir í Premier League, nú øll liðini hava spælt sín fyrsta dyst.

Úrslit og støða niðanfyri í myndunum:

Harleyfacadeacryl