Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Planet Awards 2007: Beinta fekk serliga Planet-herðaklappið

John William Joensen

Leiðarin fyri Virkishúsið í Klaksvík, Beinta Árnadóttir Gregersen, hevur fingið tann serliga Planet-heiðurin 2007 fyri framúr avrik fyri føroyskt tónleikalív í sambandi við Dávavirkið.

Portal.fo skrivar, at leiðarin í Virkishúsinum í Klaksvík, Beinta Gregersen, fekk serliga Planet-heiðurin 2007

Tað var Jan Müller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum, sum handaði Beintu Gregersen heiðurin. Planet-heiðurin er ein serligur heiður, sum verður latin av fyrireikarunum – altso ikki ein heiður, har fólk hava møguleika at sms’a inn og atkvøða.

Beinta Gregersen takkaði fyri heiðurin og segði, at hon sá fram til, at tey aftur næsta ár fáa eina Planet til Klaksvíkar.

– Men tað skal ikki verða til mín, legði hon dent á. Beinta segði víðari, at hon var fegin um, at Virkishúsið var nevnt, eins og umsitingin og Klakvsíkar Kommuna, tí uttan tey, hevði hetta als ikki borið til, segði hon.

Jan Müller segði í røðu síni soleiðis:

”Í 80unum var Klaksvík ofta umrødd, sum tónleikahøvuðsstaður føroyinga. Men síðan hetta hava mest Eysturoyggin og Havnin kappast um hetta heitið. Gamaní, so er Føroya størsta tónleikatiltak á Vágsbø hvørt ár og fleiri stórir tónleikabólkar sóu dagsins ljós í 90unum í Klaksvík. Eisini í Studio Pegasus er nógvur tónleikur komin til føroyingar. Men sum kreativur orkudepil við nógvum spennandi nýggjum tónleiki, hevur Klaksvík ikki verið á fyrsta plássi seinnu árini.

Planet herðaklappið í ár fer til eina kvinnu, ið hevur slóðað fyri, at Klaksvík aftur gerst ein tílíkur kreativur orkudepil. Eg tosi sjálvandi um Beintu Gregersen, leiðara av Virkishúsinum og primus motor fyri Dávavirkið.

Dávavirkið er ein tann mest imponerandi verkætlanin, ið føroyskt tónleikalív hevur sæð. Í góðum samstarvi við Klaksvíkar kommunu hava Beintu og hini í Virkishúsinum fingið 8 tipp topp venjingarhøli, við útgerð, ið Beinta hevur fingið sponsorar at rinda.

At tørvurin á hesum hølum var átroðkandi vísir talið av bólkum, sum venja í Dávavirkinum. Líka síðan venjingarhølini lótu dyrnar upp hava umleið 25 bólkar vant her, og talan er um bæði ungar og royndar bólkar. Eisini er væntandi, at nógvir av hesum bólkum vera at síggja á pallum kring Føroyar komandi árini, og kanska onkur av teimum tekur eina Planet komandi ár, hvør veit.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at Dávavirkið ikki var til um tað ikki var fyri stigtakaran og primus motor Beintu Gregersen.

Tá Klaksvíkar kommuna í fjør setti Beintu Gregersen í starv sum leiðara á nýggja Virkishúsinum fyri Ung í Klaksvík, fekk mentanarlívið í Klaksvík eina veruliga eldsál at arbeiða fyri sær. Tað er eingin ivi um, at nógv eru tikin á bóli av stóra arbeiðinum, sum Beinta hevur lagt í starvið. Hetta fevnir um nógv meira enn tað, sum var lýst í starvslýsingini. Tey, sum kenna Beintu, eru tó ikki tikin á bóli. Beinta er og verður ein av hesum serligu eldsálum, sum brenna fyri føroyskum tónleiki.

Hon var ein av berandi kreftunum handan G!Festivalin í fleiri ár, og við til at gera hetta tiltak somikið vælumtókt millum føroyingar og útlendingar. Hon hevur verið virkin í fyriskipanini av Asfalt, og gongur altíð við lív og sál upp í sítt arbeiði.

Enn er hon ung, og tað er eingin ivi um, at vit fara at uppliva nógvar góðar fruktir av hennara arbeiði í nógv ár frameftir. Tað er mær tí ein stórur heiður, at geva Beintu Planet herðaklappið.”

Norðlýsið ynskir Beintu hjartaliga tillukku.

Harleyfacadeacryl