Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Planetshakers á pall í annaðkvøld

Tíðindaskriv

Heimskendi lovsangsbólkurin Planetshakers kemur til landið í kvøld og fyrireikingar til konsertina í annaðkvøld eru í hásæti.

Fyrireikararnir siga, at yvir 600 atgongumerki eru seld í forsølu og at møguligt verður eisini at keypa við dyrnar.

Planetshakers, sum í løtuni eru á konsertferð um okkara leiðir, eru upprunaliga úr Australia, men hava seinnu árini verið sera virkin á altjóða pallinum. Síðani 1997 hava tey givið út meiri enn 20 altjóða fløgur og vunnið fleiri virðislønir.

Bólkurin kemur beinleiðis úr Sveis og fer til Hollands at hava konsert hósdagin.