Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Planlegging ikki sterka síðan

Jógvan Skorheim

Tað er ótrúliga løgið, at SSL skerjir møguleikar at koma til Kalsoynna tá nógv flest fólk skulu brúka farðleiðina.

Summarið er farið í gongd, nógv ferðafólk hava longu leitað sær til landið, og borgarar í oynni, sum hava valt at arbeiða við ferðavinnu, standa klár at taka ímóti.

Hattin av fyri teimum sum pressa á fyri at skapa virksemi á smáplássum.

Samstundis er hetta eisini mest avbjóðandi tíðin hjá bygdafólki, sum hava brúk fyri mobiliteti. Vit sum búgva á meginlandinum kenna í alt ov lítlan mun til stóru ávirkanina.

Góðu tit á SSL – og ikki minst landsstýrisfólkið á økinum – hugsi tykkum betri um. Ger hetta arbeiðið tá ið háarstíðin er farin afturum.

8 vikur fram…. tá eru vit komin út í august mánaða.

Vit kunnu fegnast um at gongd er komin á arbeiðið at fáa nýggju ferju, men planlegging av fyrireikingararbeiðinum átti at verið skipað betri.

Summarið eigur ikki at koma óvart á.

 

Jógvan Skorheim
Býráðslimur