Í morgun kl. 10 kom Pól Sundskarð á mál eftir, at hann hevði runnið við í 24 tíma renning, sum byrjaði kl. 10 í gjáramorgunin, á Bornholm. Umframt 24 tíma renning, so vóru eisini fleiri aðrar kappingar í gongd samstundis, so sum 1 tíma, 2 tímar, 3 tímar, 6 tímar, 24 tímar, 48 tímar og so eisini 5xmaraton.
Trygdin er í hásætið tá slíkar kappingar fara fram. Runnið verður runt á einum sløttum 1.032 metra langum teini, so fyriskipararnir alla tíðina kunnu fylgja við hvussu luttakararnir hava tað ávegis.
Pól hevði sett sær sum mál, at renna longri enn hann hevði gjørt áður í júst hesi kapping. Í 2012 rann hann 181 kilometrar. Hann hevur runnið nakað minni av kilometrum fram ímóti hesi kapping enn undanfarin ár, men hevur harafturímóti runnið nakað fleiri av heilt longum túrum.
Tað gekk heilt væl hjá Pól hesuferð og náddi hann, at renna heilar 185 kilometar, sum sostatt er 4 kilometrar longri enn nakrantíð áður. Eftir knappar 12 tímar hevði hann runnið 105 kilometrar, so tað sá gott út, tí ferðin blívur nakað lægri gjøgnum náttina og sum kappingin líður.
– Líkindini vóru av teimum allarbestu. Næstan ongin vindur og passaligur hiti alla tíðina, meðan runnið bleiv, sigur Pól Sundskarð av Bornholm.
– Tað gekk eftir ætlan alla tíðina, og eri eg sera væl nøgdur við kappingina. Støðan hjá mær, nú eftir lokna renning, er sera góð. Eg eri troyttur og tað skal eg vera, men støðan er góð, sigur Pól Sundskarð.
Úrslitið hjá Pól rakk til eitt samlað 4. pláss og gull í hansara aldursbólki.
Vit ynskja Pól tillukku við avrikinum og gullinum.




