Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pól Skarðenni í Kunningarstovuni

John William Joensen

Listamaðurin Pól skarðenni letur upp málningaframsýning á Norðoya kunningarstovuni leygardagin 26. februar kl. 14.00.

Á skránni eru oljumálningar frá føroyskum umhvørvi og náttúru.
Pól sum er føddur í Klaksvík í 1962, byrjaði av álvara at málað í 1979. Hann hevur búð fleiri ár uttanlanda, men í 1992 flutti hann aftur til Føroyar og býr nú á Vatnsoyrum saman við familju síni.
Hansara framsýningar kring landið hava verið væl vitjaðar, og serliga í Klaksvík hevur áhugin verið sera stórur, kanska tí at hann hevur sínar røtur úr Norðoyggjum.
Framsýningin letur upp leygardagin 26. februar kl. 14.00 og er opin til kl. 18.00.

Annars verður opið soleiðis:
Mánadag- fríggjadag: frá kl. 10.00 til 12.00 og kl. 13.00 til kl. 16.00.
Framsýningin heldur fram til 31. mars, siga Kunningarstovan og Pól Skarðenni í tíðindaskrivi til Norðlýsið.

Harleyfacadeacryl