Landa hósmorgunin.
Vegna tekniskar trupulleikar eru partrolararnir Polarhav og Stjørnan komnir inn í kvøld. Teir hava havt góðan fiskiskap, tí hóast teir byrjaði fiskiskap fyri 5 døgum síðani, so hava teir áleið 280.000 pund. Tað verður landað á Kósini hósmorgunin. Meginparturin er upsi, sum teir hava fingið eystanfyri.



