Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Polarstjørnan er koppað á KSS

Jákup Ósá

Seinnapartin koppaði Polarstjørnan, tá hon var á sleipistøðini hjá KSS. Sí mynd.

Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, sigur við KVF, at eingin kropsligur mansskaði hendi, tá arbeiðið var í gongd við at fáa Polarstjørnuna uppá sleipistøðina. Okkurt er hent undir vatnskorpuni, sum teir enn ikki vita meir um, segði hann.

Nú verður viðgjørt, hvussu farast skal fram í samráð við reiðarí og trygging. Hann sigur, at uttanífrá sæst eingin skaði á frystilínuskipinum.