Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið fekk eina óvirðiliga viðgerð í tinginum

John William Joensen

Tað var við spenningi at bíðað varð eftir orðaskiftinum um løgregluna, sum skuldi verða seinrapartin – men løgtingsformaðurin skundaði orðaskiftið ígjøgnum tí tinglimir skuldu luttaka í 1. mai-dags haldi á Vaglinum í Havn

Skrivligi fyrispurningurin hjá Høgna Hoydal, til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum,  um bygnaðarbroytingarnar, sum í løtuni verða framdar innan løgregluna í Føroyum, kom loksins á skránna hjá løgtinginum seinrapartin og kl. 14 byrjaði tingviðgerðin.

Men fyrst gjørdi Jógvan á Lakjuni vegna formannskapin í løgtinginum greitt, at ætlanin var at endað orðaskiftið í seinasta lagið kl. 15 – so tinglimir kundu luttaka í 1. mai dags haldinum á Vaglinum ??

Eftir at Høgni Hoydal hevði lisið skrivliga fyrispurningin og landsstýriskvinnan hevði lisið sítt svarskriv – var klokkan longu farin at nærkast hálvgunn-trý og Jógvan á Lakjuni heitti úr formannsstólinum á tinglimir um at stytta sær um orðini og helst ikki brúka tað talutíð, sum teir høvdu rætt til – tí sambært løgtingsformanninum – var tað sera umráðandi at tinglimir vóru lidnir áðrenn 1. mai-dags-haldið byrjaði á vaglinum. 

Orðaskiftið snúði seg fyri tað mesta um at løgreglan burdi verið yvirtikin, men fleiri tinglimir harmaðust um leiklutan hjá fútanum og framferðarháttin sum danskir myndugleikar høvdu brúkt.

Fútin – danskur leigusveinur
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum, var rættiliga hvassorðaður og segði m.a. at Fútin var sendur til føroya at pakka saman – tí danskir myndugleikar vantaðu at føroyingar yvirtóku politiið um stutta tíð.

Tí var umráðandi at spara so nógv sum gjørligt í Føroyum fram til yvirtøkuna – og hetta var arbeiðssetningurin hjá Fútanum.

Niðurstøðan av orðaskiftinum var at tinglimir vóru ikki nøgdir við at Annika Olsen, ikki hevði víst málinum áhugað og hinvegin bara var kunnað um gongdina eftir at fyrispurningar vóru settir fram í løgtinginum.

Tó var fyrrverandi borgarstjórin í Sunda Kommunu sera væl nøgdur við broytingarnar, sum Fútin hevur gjørt í vaktarskipanini. Hann vísti á at í Sunda Kommunu høvdu borgarnir ongantíð havt nakran politi og síðan læknavaktarskipanin var farin at virkað høvdu borgarnir í hansara kommunu fingið møguleika at søkja lækna í Havn.  Fyrr fingu borgarar í Eysturoy og Streymoy lækna vitjan – men nú var tað so snilt at øll kundu koyra til havnar – og tað var eitt stórt framstig, segði fyrrverandi- borgarstjórin, landsstýrismaðurin og bilførarin á leið 400 millum Tórshavn og Klaksvík.

Heðin Zakariasen helt at tað gjørdi einki um politi í Havn eisini røkti vaktina í Klaksvík og at tey sum ikki vildu góðtaka hetta – vóru bara ímóti framburði og vildu ongar broytingar???

Politireformurin settur í gildið!
Annika Olsen, landsstýriskvinna boðaði frá – at hon í morgun (fríggjadagin)  hevði fingið at vita frá fútanum at bygnaðarbroytingarnar í løgregluni vóru nú settar í verk og at vaktarskipanin harvið var farin at virkað.

Hetta fekk fleiri tingmenn at seta spurnartekin við framferðarháttin hjá fútanum – men sum loyalir tinglimir valdu teir at respektera áhaldandi áheitanirnar frá Jógvan á Lakjuni um ikki at leingja orðaskiftið og kl. 15 var seinasti tinglimurin farin í skundi av pallinum.

Beint fyri kl. 15 kundi løgtingsformaðurin tí fegin staðfesta at málið var hervið avgreitt frá løgtinginum??????

Samstundis sum Jógvan á Lakjuni ringdi við klokkuni,  mistu norðoyingar lokalu politivaktina – og sambært einum vaktarskema – sum tinglimur legði fram – beint áðrenn orðaskiftið í tinginum brásteðgaði – kann staðfestast at tað nú verður politistøðin í Havn, sum tveir triðingar av árinum – kemur at halda vakt í Norðoyggjum.

Tinglimir fóru síðani kropp av kroppi oman á Vaglið at lurtað eftir tveimum tímaløntum arbeiðarum í Havn og einum almennum stjóra í miðfyrisitingini.

Samstundis sum røður frá 1. mai-dagshald í Havn rungaðu út um allar geilar og gjøgnum Kringvarpið í hvørt heim í landinum – settust tveir politistar niður við einum kaffi koppi (kl 16) á politistøðini í Havn. Samstundis fóru politistarnir í Klaksvík heim til hús.

Teir báðir politistarnir í Havn røktu síðani vaktarhaldið í Norðoyggjum, Eysturoy og Vágunum!!!

Politiið í Klaksvík skal ikki á vakt aftur fyrr enn kl. 8 mánamorgunin.

So er bara at vóna at politistarnir á politistøðini í Havn koma ein biltúr norðureftir – men sum veðurútsagnirnar eru fyri vikuskiftið verður biltúrurin vantandi av ongum.

Ímeðan stemmaðu løgtingslimir í at syngja arbeiðarasangir saman við fólkum úr miðfyrisitingini, landstýrinum, fútaskrivstovuni oso.fr….oso.fr……..