Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið fekk kr. 127.570,- inn í bótum

John William Joensen

Ì døgunum 21/5 til 3/6 gjørdi politiið kring landið grein 13 kanningar

Í Tíðindaskrivi frá politinum verðru sagt at átakið fór fram kring alt landið og at endamálið var at fáa ferðandi í bili at brúka trygdarbelti. Kannað var samstundis eftir um bilurin var í lagið.

Ymiskt kring landið 
Í yvirlitinum sæst at tað er sera ymiskt hvussu nógv poltiið kring landið hevur gjørt burtur úr grein 13 kanningunum.

Tølini kunnu greinast út í ein topp 6 lista

NR: 1
Politiið í Havn
kannaði 764 akfør

NR: 2
Politiið á Tvøroyri
kannaði 361 akfør

NR: 3
Politiið í Runavík
kannaði 274 akfør

NR: 4
Politiið í Klaksvík
kannaði 256 akfør

NR: 5
Politiið í Miðvági
kannaði 249 akfør

NR: 6
Politiið á Sandi
kannaði 47 akfør

Ikki løgið at politiið í Tórshavn kannaði flest akfør, men ein má so rósa politiinum á Tvøroyri fyri at hava kannað næsta 100 fleiri akfør enn eitt nú politiið í Runavík og Klaksvík. 

Tað skal viðmerkjast at tað er ymiskt hvussu politiið í økjunum kring landið fremur kanningarnar. Summi velja at stilla seg upp og skriva alt niður sum fer framvið meðan aðrir steðga nøkrum bilum – kanna teir – og skrivað so eina raport um okkurt er galið. Tá fara sjálvandi fleiri bilar framvið meðan nakrir vera kannaðir. 

Úrslitið gjørdist at heili 400 raportir vóru skrivaðar, har talan millum annað var um hesi lógarbrot:

Ikki brúk Trygdarbelti
212
Ljósini ikki í lagi
50
ikki koyrikortið hjá sær
87
Dekkini ikki í lagið
15

Bøturnar komu sambært politiðinum upp á 127.570,00 krónur